Burka-forboð samtykt í Danmark

Burka-forboð samtykt í Danmark
Fólkatingið samtykti í dag at seta bann fyri at ganga í millum annað niqab og burka á gøtunum í Danmark
Eftir 1. august verður ikki loyvt at ganga við niqab á gøtunum í Danmark. Bótin er 1.000 krónur
 
31.05.2018 - 11:19

Er talan ikki sum serligt viðurkennandi endamál, verður eftir 1. august í ár bannað at vera í klæðum, sum fjala andlitið á almennum støðum. 

Bótin er 1.000 krónur fyri ikki at akta lógina.

Við hesum verða ikki bara muslimsk klædnapløgg so sum niqab og burka ólóglig at vera í á almennum støðum men eisini eftirgjørt skegg, maskur og húgvur, sum fjala andlitið.

Men loyvið er at fjala andlitið, um talan er um serligt viðurkennandi endamál. Eitt nú, at tú køldu vetrarmánaðirnar hevur turriklæðið upp fyri andlitið, ella um tú ert í masku á veg til føstulávintshald, skrivar danska kringvarpið.

Tað verður hvørt einstakt løgreglufólk, sum skal gera av, um andlitið er ov nógv fjalt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151