- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tamarhald á flugunum
Tamarhald á flugunum
IRF sigur seg nú hava fingið tamarhald á flugunum í grótbrotinum, har sum rusk verður goymt.

Mynd: IRF
29.05.2018 - 13:46
IRF fekk eitur at smyrja á ballaða ruskið og tað gjørdi mun.
Aslaug Gisladóttir, varastjóri í IFR, sigur, at flugan, sum er í Leirvík, er ikki skrásett í Føroyum fyrr.
Eingin veit, hvaðani hon kemur. Hon sigur, at tey í IRF hava ikki trupulleikar av fluguni longur.
Umbyggingin á brennistøðini skuldi vara tíggju vikur, men hon er nógv seinkað. Nú er 17 vikur, síðani hon byrjaði.
Ovnurin er ikki komin upp í fulla megi enn.
Nú verða brend 40 tons av ruski um samdøgrið, men ovnurin skal heilt upp í 75 tons um samdøgrið.
Í Leirvík eru flugur enn, men ikki so nógvar sum vóru har.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV