Fær ikki skipað italsku stjórnina

Fær ikki skipað italsku stjórnina
Í gjár gavst Giuseppe Conte at skipa stjórn, tí forsetin ikki gav honum loyvi at tilnevna Paolo Savona sum fíggjarmálaráðharra.
 
28.05.2018 - 08:49

Polittiskt órógv hevur verið í Italia síðani tjóðartingsvalið 4. mars, og nú arbeiðir Sergio Mattarella, forseti við eini ætlan um at tilnevna ein fyribils forsætisráðharra. Talan er um fyrrverandi stjóran í Altjóða Valutagrunninum, Carlo Contarella.

Í gjár gavst Giuseppe Conte at skipa stjórn, tí forsetin ikki gav honum loyvi at tilnevna Paolo Savona sum fíggjarmálaráðharra.

Savona er ímóti evruni sum gjaldoyra og atfinningarsamur ímóti Týsklandi.

Forsetin segði í gjárkvøldið, at Italia ikki kann hava ein fíggjarmálaráðharra, sum fer at virka fyri at strika evruna sum gjaldoyra. Tað ber snøgt sagt ikki til, segði hann.

Tað var annars semja ímillum Fimmstjørnurørsluna og høgraflokkin, Lega, um at skipa stjórn, men tá forsetin ikki vildi góðkenna fíggjarmálaráðharrin, datt hon niðurfyri.

Matteo Salvini, sum er formaður fyri Lega, hevur fyrr mælt til nýval, um forsetin ikki vil góðkenna ráðharrarnar.

Formaðurin í Fimmstjørnurørsluni, Luigi Di Maio, sigur, at tað ikki kann góðtakast, at forsetin vrakar ráðharrar.

Forsetin eigur at koma fyri ein ríkisrætt fyri sínar avgerðir, sigur hann við italskar miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155