- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fríhandil við Russland nærkast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/poul_michelsen_6.jpg?itok=J2BvcU6t)
Eitt stig er tikið aftrat at fáa fríhandilssáttmála millum Føroyar, Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan.
Raðharraráðið í búskaparsamgonguni, EABS, hevur einmælt samtykt at gera avtalu við Føroyar.
EABS umsitur handilssambondini hjá øllum limalondunum, og marknaðurin í hesum londum er 183 milliónir fólk.
Í avtaluni stendur, at partarnir eru samdir um miðvíst at samstarva og styrkja handilsligu og búskaparligu bondini millum Føroyar og limalondini í EABS.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur, at avtalan er eitt gjøgnumbrot.
- Hon er eitt týðandi stig á leiðini at fáa handilsviðurskiftini millum Føroyar og londini í EABS í eina fasta legu, og fer væntandi at slóða fyri, at ein fríhandilssáttmáli millum Føroyar, Russland, Kasakstan, Hvítarussland og Kirgistan verður veruleiki, sigur hann.
Poul Michelsen og Tatiana Valovaya, sum er ráðharri í EABS, ið varðar av samhandli við triðjalond, fara væntandi at skriva undir avtaluna í Føroyum í august.
Men fyrst fer landsstýrismaðurin í uttanríkismálum at ráðføra seg við løgtingsns uttanlandsnevnd um sjálva avtaluna.