Burðaravlopið tað minsta síðani 1985

Burðaravlopið tað minsta síðani 1985
Við ársbyrjan búðu 54.684 fólk í Føroyum
Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, var tí bara 140 í 2024. 
Mynd: Hagstovan  
 
13.02.2025 - 08:09

Burðaravlopið í fjør var tað minsta síðani 1985, tá farið var at gera upp burðaravlopið í Føroyum.

Tað var 140 í fjør, skrivar Hagstovan.

Í 2024 vóru 586 børn fødd, tólv fleiri enn í 2023. Men 446 fólk doyðu í fjør, 33 fleiri enn í 2023. 

Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, var tí bara 140 í 2024. 

 

1.500 fólk fluttu til Føroya

Okkurt um 1.500 fólk fluttu til Føroya í 2024, sløk 250 færri enn í 2023. 

Okkurt um 1.350 fólk fluttu úr Føroyum í fjør, sløk 200 færri enn árið fyri. 

Av tí at tilflytingin minkaði meira enn fráflytingin, gjørdist nettoflytingin minni í 2024 enn í 2023. 

Nettoflytingin er munurin millum tilflyting og fráflyting. 

Burðaravlopið og nettoflytingin fyltu á leið hvør sína helvt av fólkavøkstrinum í 2024 skrivar Hagstovan.

 

 

292 fólk fleiri

Við ársbyrjan búðu 54.684 fólk í Føroyum. 

Fólkatalið vaks 292 fólk, hálvt prosent, í 2024. 

Vøksturin var minni enn í 2023, tá hann var 0,7 prosent.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)
189394
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238