- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fríðrikur krúnprinsur fimmti ár
Fríðrikur krúnprinsur fimmti ár
Løgmaður er boðin í veitslu á Christiansborg slotti í kvøld.
26.05.2018 - 11:07
Fríðrikur,krúnprinsur fyllir 50 ár í dag, og tað verður hátíðarhildið, serliga í Keypmannahavn.
Donsku sjónvarpsstøðirnar senda beinleiðis frá hátíðarhaldinum, og á middegi danska tíð verður hann at síggja saman við familjuni og Margrethu, drotning á svalanum á Amalienborg slotti, har tey fara at heilsa uppá fólkið.
Í kvøld verður føðingardagurin hildin á Christiansborg slotti, og gestir eru bæði úr Danmark og úr útlondum.
M.o. er Aksel V. Johannesen, løgmaður boðin við í føðingardagshaldið.
Hóast sjálvt føðingardagshaldið ikki er fyrr enn í dag, tá føðingardagurin er, so hava fleiri tiltøk longu verið kring Danmark, fyri at heiðra krúnprinsin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV