- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønarhækkan aftur í nevnd
Lønarhækkan aftur í nevnd
Málið um lønina og eftirlønina hjá býráðslimum í Havn fór aftur í Fíggjarnevndina á býráðsfundinum í gjárkvøldið

25.05.2018 - 08:16
Tað varð gjørt eftir uppskoti hjá borgarstjóranum, Anniku Olsen, sum vil hava málið nágreinað betur.
Millum annað sigur borgarstjórin, at hækkingin skal ikki koma í gildi í hesari setuni, sum endar nýggjársaftan í 2020.
Lønarhækkingin og eftirlønin, sum skal verða 15 %, skulu ikki koma fyrr enn eftir næsta kommunuval, sum verður fyrst í november í 2020.
Fíggjarmálaráðið skal góðkenna tær broytingar, sum býráðið mælir til at gera í kunngerðini um samsýning til kommunustýrislimir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV