Bumba sprongd á matstovu í Toronto

Bumba sprongd á matstovu í Toronto
Minst 15 fólk vórðu særd, tá ein bumba í gjárkvøldið varð sprongd á eini matstovu við býin Toronto í landslutinum Ontario í Kanada.
Kanadiska løgreglan hevur almannakunngjørt myndina at gerningsmonnunum.
Mynd: Løgreglan í Peel, Kanada  
 
25.05.2018 - 09:16

Nøkur av fólkunum eru álvarsliga særd, sigur løgreglan.

Løgreglan hevur almannakunngjørt myndir av tveimum monnum sum komu inn á matstovuna, teir flýddu eftir hendingina.

Báðir fjaldu andlitið, tá teir vórðu avmyndaðir, og tí er løgreglan ikki í iva um, at tað vóru teir, sum framdu atsóknina.

Kandiska løgreglan biður almenningin um hjálp fyri at finna menninar.

Matstovan var í einum handilshúsum í einum býi, sum liggur einar 30 kilometrar vestanfyri Toronto.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155