- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil kanna aðrar møguleikar
Verandi verkætlan verður ikki steðgað ella útsett, men áðrenn arbeiðið at umbyggja gamla bygningin hjá BankNordik í Húsagøtu byrjar, skulu aðrir møguleikar kannast.
Tað upplýsti Søren Pape Poulsen á fundi við Bjarna Hammer og Sjúrð Skaale í fólkatinginum í dag.
Tá Bjarni Hammer var á fólkatingi sum varamaður hjá Sjúrði Skaale fyrst í mai, spurdi hann forsætisráðharran, um danskir myndugleikar kunnu endurskoða ætlanina at umbyggja gamla bankabygningin til politistøð.
Bjarni Hammer segði, at nógv í Føroyum halda tað vera ein trupulleika at umbyggja gamla bygningin hjá BankNordik til politistøð, og hann nevndi møguleikan byggja eina nýggja politistøð, sum skal hava hentleikar bæði til politi og ákæruvald.
Forsætisráðharrin vísti til løgmálaráðharran, Søren Pape Poulsen, sum hevði fund við Bjarna Hammer og Sjúrð Skaale í dag.
Søren Pape Poulsen sigur, at hann ætlar at kanna møguleikan at selja bankabygningin aftur, staðseta nýggjan bygning, og at kanna, hvussu tað betur kann loysa seg at fara undir eina so stóra verkætlan, tá føroyska byggivinnan hevur minni at gera, enn hon hevur í løtuni.