Fyrsta byggistig til Krígssavnið

Fyrsta byggistig til Krígssavnið
Týsdagin varð fyrsta byggistigið í arbeiðinum at gera gamla SOR-bygningin í Vágum til Krígssavnið latið savninum.
Bæði tøkini á gamla SOR-bygninginum eru nú fløskutøtt.
 
24.05.2018 - 09:26

Arbeiðið umfatar nýggj takskegg og at bjálva og klæða bæði tøkini.

Karl Jóhan Nielsen, formaður í Krígssavninum, sigur, at hann er sera væl nøgdur við arbeiðið. Nú verður farið víðari, sigur hann. 

Bygningurin skal bjálvast uttan, og tvær barakkir skulu byggjast uppí, ein vestureftir og ein eystureftir. Gólvvíddin í nýggja Krígssavninum verður tá 700 fermetrar. 

Savnið hevur 100 fermetrar at ráða yvir í dag.

Farið verður nú eisini undir at útvega fígging. 

Nakað av sjálvbodnum arbeiði er gjørt og verður eisini í komandi verkætlan. 

V.f. Karl Jóhan Nielsen, formaður í Krígssavninum, Preben Hansen, verkfrøðingur, Kell E. Jensen, múrari og Rói Dahl-Jacobsen, Takplan. Krígssavnið

Caption: 
V.f. Karl Jóhan Nielsen, formaður í Krígssavninum, Preben Hansen, verkfrøðingur, Kell E. Jensen, múrari og Rói Dahl-Jacobsen, Takplan.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151