Ternan fyri Teistan

Ternan fyri Teistan
Ternan fer í dag undir at røkja farleiðina millum Skopun og Gomlurætt, nú Teistin fer á beding. Tvíkiljan Issehoved fer at røkja Nólsoyarleiðina.
Tvíkiljan Issehoved fer at røkja Nólsoyarleiðina og siglingina út í Hest í nakrar vikur
 
23.05.2018 - 06:29

Tvíkiljan Issehoved, sum Strandferðslan hevur leigað úr Danmark, fer í sigling í dag.

Tvíkiljan skal reka Nólsoyarleiðina, nú Ternan fer at sigla um Skopunarfjørð, tí Teistin skal á sleipistøð.

Ternan røkir Skopunarleiðina til 12.juni, tá Teistin fer aftur sígling.

Meðan Ternan røkir Skopunarleiðina verður bíleggingarskipanin ikki brúkt. Billetering verður í Skopun, eins og áðrenn bíleggingarskipanin kom í gildi, sæst á heimasíðuni hjá SSL.

Umframt at røkja Nólsoyarleiðina, skal tvíkiljan eisini røkia Hestleiðina. Tá siglur hon av Gomlurætt. Allir túrarnir út í Hest eru tilkall, og ferjan siglur í mesta lagi tríggjar ferðir um dagin út í Hest, sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151