Iranarar ónøgdir

Iranarar ónøgdir
Iranska fólkið fer at síggja til, at amerikanski uttanríkisráðharrin fær ein dyggan frammaná, sigur ein av ovastunum í iransku tjóðarhirðini
Mike Pompeo kann vænta sær ein frammaná frá iranska fólkinum, sigur næstovastin í iranska tjóðarhirðini.
Mynd: reuters  
 
22.05.2018 - 10:20

Útsøgnin kemur eftir, at Pompeo í gjár boðaði frá fleiri tiltøkum móti Iran.

- Iranska fólkið er sameint í hesum máli og fer at svara amerikanska uttanríkisráðharranum og øllum teimum, sum taka undir við honum, sigur Ismail Kowsari, sum er næstovasti í tjóðarhirðini í Teheran.

Mike Pompeo, amerikanskur uttanríkisráðharri, segði í gjár, at kjarnorkuavtalan við Iran var ein tapari, sum hann tók til, og avtalan var ein stórur váði fyri alt Miðeystur.

- Síðani avtalan varð gjørd í 2015, hevur Iran vunnið seg fram í Miðeystri, og tað hevur havt neiligar avleiðingar, segði amerikanski uttanríkisráðharrin.

Hann gjørdi greitt, at strong tiltøk verða sett í verk ímóti Iran, og hann nevndi 12 krøv, sum Iran skal lúka, til tess at sleppa undan tiltøkum.

Iran skal m.a. taka seg úr Sýrialandi og Yemen, gevast at ríka uran, lata amerikanskar gíslar og gíslar úr londum, sum eru sameind hjá USA, leysar, og gevast at menna kjarnorkurakettir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155