Halda fram, til skúlaárið er liðugt

Halda fram, til skúlaárið er liðugt
Teir fimm dreingirnir í Gøtu, sum ganga í framhaldsdeildini í skúlanum við Løkin í Runavik, sleppa at halda fram har, til hetta skúlaárið endar
Skúlin við Løkin í Runavík
 
22.05.2018 - 09:13

Tað sigur borgarstjórin í Runavik, Torbjørn Jacobsen, í brævi til foreldrini hjá dreingjunum.

Fríggjadagurin 18. mai var annars, sambært sama borgarstjóra, seinasti skúladagur hjá dreingjunum við Løkin. 

Orsøkin er, at meirilutin og borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, vilja ikki gjalda fyri dreingirnar, tí Eysturkommunua hevur avtalu við Fuglafjørð um framhaldsdeild.

Næmingagjaldið er 15.000 krónur fyri hvønn næming.

Í Eysturkommunu er eingin framhaldsdeild. 

Tá nýggja skúlaárið, tað er 2018-2019, byrjar, skal tað vera tryggjað treytaleyst, at næmingagjaldið fylgir næminginum úr aðrari kommunu enn Runavíkar kommunu, sigur borgarstjórin í brævinum til foreldrini í Gøtu.

- Vit fara ikki at leggja skatt á okkara egnu borgarar fyri at fíggja skúlaskapin hjá børnum í fremmandari kommunu, sigur hann.

Í brævinum sigur Torbjørn Jacobsen eisini, at Runavíkar kommunua rindar fyri næmingar, sum fara í skúla í øðrum kommunum.

Nýggjasta dømið eru tveir næmingar, sum ganga í Stranda skúla.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151