- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sergej Skripal skrivaður út av sjúkrahúsinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sergej_skripal_bonkurin.jpg?itok=mXDuQgjg)
66 ára gamli Skripal og 33 ára gamla dóttir hansara, Julia, vórðu funnin uttan vit á einum beinki bretska býnum Salisbury 4. mars. Seinni staðfesti løgreglan, at bæði vórðu eitrað. Bretska stjórnin hevur lagt Russland undir at hava eitrað tey.
Julia Skripal varð útskrivað í apríl.
Í 2006 dømdi ein russiskur dómstólur Sergej Skripal fyri at hava njósnast til frama fyri bretsku fregnartænastuna, MI6. Hann kom til Bretlands í 2010 í sambandi við eina útflýggingaravtalu.
Málið um Sergej og Juliu Skripal hevði eina diplomatiska kreppu við sær. Bretland og onnur lond, teirra millum Danmark og USA, vístu russiskum diplomatum av landinum. Russar svaraðu aftur við at vísa diplomatum úr Russlandi.