- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kongligt brúdleyp er í London í dag
Kongligt brúdleyp er í London í dag
Harry prinsur og unnusta hansara, amerikanski sjónleikarin Meghan Markle verða gift í St. George's Chapel í Windsor Castle
19.05.2018 - 10:50
Brúdleypið byrjar klokkan 12. Pápi Meghan Markle gav avboð til brúdleypið fyri nøkrum døgum síðan orsaka av ringari heilsu.
Ætlanin var at mamma brúðrina skuldi fylgja henni eftir kirkjugólvinum, men nú verður tað væntandi verpápin, Charles prinsur, sum fylgir brúðrini fram til altarið.
Tað ber til at fylgja brúdleypinum í føroyska sjónvarpinum og á fleiri útlendskum rásum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV