- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forða yvirgangsálopi í Fraklandi
Forða yvirgangsálopi í Fraklandi
Fronsku myndugleikarnir forðaðu í gjár yvirgangsálopi í Fraklandi, og tveir brøður eru handtiknir, upplýsir innanríkisráðharrin, Gérard Collomb
19.05.2018 - 09:26
- Tað snýr seg um tveir ungar menn av egyptiskum uppruna, sum fyrireikaðu eitt álop, - annaðhvørt við spreingievnum ella við ricin, sum er sera sterkt eiturevni, sigur Collomb við BMR-sjónvarpsstøðina.
Handtøkan er bert eina viku eftir, at ein maður varð dripin og fýra fingu skaða í kníválopi í Paris seinasta leygardag. Maðurin, sum hildið verður er gerningsmaðurin, var ættaður úr Tjetjenia, og løgreglan drap hann.
Í gjár handtók franska løgreglan tvær kvinnur, sum hava tætt sambandi við gerningsmannin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV