
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið heldur fram at vaksa

Tað kemur av burðaravlopi, sum er 213, og nettotilflyting, sum er 576.
Hendan seinasta ára ársfjórðingin hevur verið serliga stór tilflyting av mannfólki.
Fólkavøkstur var í øllum sýslum uttan Sandoyar, skrivar Hagstovan.
Veksur skjótast í Eysturoy – minkar í Sandoy
Størsti vøksturin lutfalsliga var í Eysturoyar sýslu við 2,3%, har av serliga í Sjóvar kommunu við 56 fólkum ella 5,7%.
Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum uttan í Sandoy. Lutfalsliga er nógv størsti vøksturin í Eysturoy, og hóast fólkatalið er næstan tað dupulta í Tórshavnarøkinum, so er vøksturin í tali næstan líka stórur í Eysturoy sum í Tórshavnarøkinum, skrivar Hagstovan.
Veksandi tilflyting skapar fólkavøksturin
Sambært tølum hjá Hagstovuni, kemst stóra broytingini í gongdini í fólkatalkinum einamest broyttu flytingini. Fráflytingin er nógv minkað, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflyting.
Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.142, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið, skrivar Hagstovan.
Verður fráflytingin rokna í mun til fóklatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu 50 árini, sum hagtalsgrunnurin røkkur.