- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lurtaratøl hjá Beyoncé eru følsk
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jay-z-beyonce-on-the-run-tour.jpg.jpg?itok=hAmSD8QY)
Streamingtænastan “Tidal” sum rapparin Jay-Z eigur $56 milliónir í, sigst hava kunngjørt følsk lurtaratøl í miðlunum, til brúkarar og til investorar. Hetta sigur ein nýggj kanning hjá norska tíðindastovninum Dagens Næringsliv
Í Apríl 2016, ein mánaða eftir at fyritøkan í tíðindaskrivi segði seg hava tríggjar milliónir limir gjørdi hon gjaldingar til plátufeløg fyri bert umleið 850,000 brúkarar.
Grunda á eina greining hjá norska nettrygdar stovninum ”CCIS”, vóru meira enn 320 milliónir falskar spælingar av sangum á “Lemonade” og “The life of Pablo” hjá Kanye West. Tænastan umskipar ein part av síni umseting í mun til tal av lurtingum, so umframt at geva hesum báðum tónleikarunum eina hægri inntøku, ávirkar hetta aðrar tónleikarar og meira enn 1.7 milliónir brúkarar.
Tidal, ið hevur sæti í Oslo, noktar ákærurnar, men um ákærurnar eru sannar, er støðan heldur pínlig. Jay-Z hevur nevniliga sjálvur lagt fyrrverandi eigararnar undir at falska við tølunum, áðrenn hann keypti fyritøkuna.
Kelda: Dagens Næringsliv