Klaksvíkar kommuna stuðlar Skálanum

Klaksvíkar kommuna stuðlar Skálanum
Nú Skálin í Klaksvík skal umvælast, hevur býráðið í Klaksvík einmælt samtykt at stuðla við 500.000 krónum.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri handaði í morgun Heina Mohr, formanni í Klaksvíkar dansifelag undirskrivaða tilsøgn um stuðul í samband við ymiskar umvælingar, sum standa fyri framman í Skálanum.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
15.05.2018 - 08:43

Klaksvíkar dansifelag eigur og rekur Skálan, sum er bygdur í 1988. Nú felagið hevur ætlanir um at fremja ymiskar umvælingar og ábøtur, hevur Klaksvíkar býráð samtykt at játta felagnum 500.000 krónur í stuðli til endamálið, stendur at lesa á heimasíðuni.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini í Klaksvík, sigur, at Skálin og virksemið har seinastu 30 árini hevur stóran týdning fyri býin og kommununa sum heild. 

- Skálin hevur virkað sum mentanarhús, og tí eiga vit sjálvsagt at gera okkara fyri at tryggja, at hetta kann halda fram í nógv, nógv ár afturat, sigur forkvinnan í Mentanarnevndini í býráðnum í Klaksvík.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151