Kavbátamálið fyri landsrættin

Kavbátamálið fyri landsrættin
Kærumálið móti 47 ára gamla dananum, Peder Madsen, sum er dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri drápið á Kim Wall, kemur fyri landsrættin í heyst
 
15.05.2018 - 09:56

Kærumálið móti 47 ára gamla dananum, Peder Madsen, sum er dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið svenska journalistin, Kim Wall, kemur fyri landsrættin í heyst.

Peder Madsen hevur skotið avgerðina um lívlangt fongsul inn fyri landsrættin, men tann parturin av dóminum, sum snýr seg um, at Peder Madsen er sekur í at hava dripið Kim Wall, er ikki kærdur.

Tí skal landsrætturin bara taka støðu til revsingina.

Landsrætturin hevur sett tríggjar dagar av at viðgera kærumálið, 5.,12. og 14. september.

Peder Madsen hevur alla tíðina noktað seg sekan í at hava dripið Kim Wall, men tað segði býarrætturin er lygn.

Rætturin segði, at tað er prógvað, at Peder Madsen gjølla legði til rættis, hvussu hann skuldi fara við Kim Wall, og síðani drepa hana. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151