Hátíðarhald í samband við Hvalbiartunnilin

Hátíðarhald í samband við Hvalbiartunnilin
Seinnapartin í dag verður hátíðarhald hvalbiarmegin, í sambandi við at spakin verður sett í til arbeiðsvegin til nýggja Hvalbiarunnilin.
 
14.05.2018 - 09:10

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, setur spakan í klokkan 15. 

Hvalbiartunnilin verður hálvan triðja kilometur langur, og hann skal gerast frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba.

Landsvegur verður gjørdur frá tunnilsmunnanum Trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági, og hann verður umleið ein kilometur. 

Harumframt verður landsvegur gjørdur frá tunnilsmunnanum Hvalbiarmegin til Nesveg, og hann verður 2,3 kilometrar. 

Tunnilin verður í 70 metra hædd Hvalbiarmegin og í 100 metra hædd Trongisvágsmegin. 

Tunnilin og vegirnir, sum hoyra til, kunnu í mesta lagi kosta 272 milliónir krónur tilsamans. 

Arbeiðið verður mett at taka trý ár.

Higartil eru sjey milliónir krónur settar av til fyrireikingar og arbeiðsveg.

Næsta ár er ætlanin at játta 52 milliónir krónur til byggiarbeiði, 105 milliónir í 2020, 102 milliónir í 2021, og í 2022 er ætlanin at seta tær seinastu seks milliónir krónurnar til seinastu snøklarnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151