- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirgangsatsókn í París
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ssss.png?itok=gMaItKp2)
Ein 29 ára gamal maður doyði og fýra fingu løstir, tá ein maður í gjárkvøldið leyp á fólk á gøtuni í París, og stak tey við einum knívi.
Tað skrivar Ritzau.
Áðrenn maðurin leyp á fólkini, rópti hann "allahu akbar", og málið verður kannað sum yvirgangur, boðar franska løgregglan frá.
Álopini fóru fram í økinum millum operuna í París og Louvre, har nógvar matstovur, ølstovur og náttarlív er.
Franska løgreglan royndi fyrst at berja mannin niður við einum elpistóli, men tá hetta ikki riggaði, skeyt løgregglan mannin.
Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, rósar løgregluni fyri handfaringini, og sigur, at Frakland aftur hevur betalt ein høgan prís, men ikki vil lata seg kúga av fíggindum av frælsinum.
IS hevur tikið ábyrgdina av álopinum, og franska løgreglan hevur boðað frá, at gerningsmaðurin er føddur í 1997 og er ættaður úr Tjetjenia.
Frakland hevur síðani 2015 verið í høgstu tilbúgving aftaná eina røð av álopum, har yvir 240 hava latið lív.