Bakkafrost keypt amerikanskt sølufelag

Bakkafrost keypt amerikanskt sølufelag
Bakkafrost hevur keypt sølufelagið North Landing í USA, sum ein liður hjá fyritøkuni at fáa betri marknaðaratgongd í USA.
 
13.05.2018 - 13:55

Tað boðar alifyritøkan frá í tíðindaskrivi.

Bakkafrost hevur seinasta áratíggju havt økt fokus á at menna amerikanska marknaðin, og við keypinum av North Landing fer Bakkafrost at hava betri marknaðaratgongd og fer at kunna bjóða breiðari tænastu til kundarnar í einum av størstu marknaðunum av laksi í heiminum, skrivar fyritøkan.

North Landing er eitt amerikanskt sølufelag, sum selir laks á amerikansku eysturstrondini. Søluskrivstovan við bæði køli- og frysti goymslu er í Clifton, New Jersey.

'North Landing var fyrsta amerikanska felagið, sum innflutti feskan laks úr Føroyum, og hevur verið kundi hjá Bakkafrost í meiri enn 10 ár. 36 fólk eru í starvi hjá North Landing.

Bakkafrost keypir allan partapeningin í North Landing, og keypið væntast at verða endaliga góðkent 25. mai.

North Landing verður skipað sum eitt sjálvstøðugt dótturfelag hjá P/F Bakkafrost. Øll handils- og viðskiftaviðurskifti við North Landing áðrenn og aftan á keypið verða óbroytt. North Landing fer at bjóða somu vørur og tænastur sum áðrenn keypið.

18 % av søluni av laksi hjá Bakkafrosti í fjør fór á amerikanska marknaðin. 

Sølan gav Bakkafrosti 520 milliónir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949