Uppboðssøla í juni

bannari
Uppboðssøla í juni
Sølan av veiðirættindum til makrel og norðhavssild verður í juni mánaði. Tað boðar Fiskimálaráðið frá á heimasíðuni.
 
11.05.2018 - 16:25

Rættindi at veiða 5.000 tons av norðhavssild verða seld á opnari uppboðssølu, sum Fiskamarknaður Føroya stendur fyri.

Rættindi at veiða 7.490 tons av norðhavssild og 10.901 tons av makreli verða seld á afturlatnari uppboðssølu, sum Vørn stendur fyri.

Ein broyting í mun til 2017 er, at sølan í 2018 fevnir um 3 sløg av rættindum. 1, 3 og 8-ára rættindi.

Sølurnar verða 18, 20 og 27 juni.

Meira sæst á heimasíðuni fisk.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151