- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunngerðin um menningarkvoturnar komin í gildi

Uppskotið um kunngerðina varð ikki broytt, eftir tað var til hoyringar.
Kunngerðin um menningarkvotur varð lýst í gjár, og kunngerðin kom í gildi í dag.
Kunngerðin fevnir um smá 41.000 tons av svartkjafti, 8.700 tons av makreli og 7.500 tons av norðhavssild, ella samanlagt stív 58.000 tons av uppsjóvarfiski, ella 8,5 prosent av føroysku kvotunum í ár.
Sambært kunngerðini er endamálið við menningarkvotum at fremja vinnuligar menningarætlanir kring landið.
Landafrøðiliga er einki øki í Føroyum undantikið í kunngerðini.
Ein metingarnevnd verður sett at taka støðu til umsóknir um menningarkvotur. Nevndin ger síðani eitt tilmæli til Fiskimálaráðið.
Trý fólk vera í metingarnevndini, og tey tilnevnir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Tey eru ikki tilnevnd enn.
Heldur ikki er avgjørt enn, hvør freistin er at søkja um menningarkvotu.