- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breyt javnstøðulógina

Ein handil á Argjum hevur fingið 1.000 kr. í sekt fyri at bróta javnstøðulógina frá 1994.
Handilin er eisini dømdur at rinda sakarkostnaðin. Tað hevur Føroya rættur avgjørt í dag.
Sakarkravið var annars 5.000 kr. Handilin kravdi frídøming.
Lýst eftir manni
Ein lýsing eftir manni gjørdi, at Javnstøðunevndin meldaði handilin fyri at bróta javnstøðulógina.
Handilin, eitt smápartafelag, er dømdur fyri í fjør at lýsa eftir manni og ikki eftir fólki til goymsluna.
Søkt varð eftir manni, tí arbeiðið á goymsluni er so tungt, at tað er ikki fyri kvinnur.
Biðið var ikki um undantaksloyvi frá Javnstøðunevndini til lýsingina, sum tvær ferðir var á heimasíðuni in.fo.
Ákæruvaldið helt, at heldur enn at søkja eftir manni átti handilin at søkt eftir sterkum fólki.
Misskiljing
Sektin er bara 1.000 krónur, tí rætturin heldur, at handilin hevur misskilt orðingina í javnstøðulógini.
Javnstøðunevndin hevur heldur onga vegleiðing um, hvussu orðingin skal skiljast.
Sambært javnstøðulógini er ikki loyvt arbeiðsgevara at lýsa eftir fólki til arbeiðis, har tað á nakran hátt bendir á, at annað kynið hevur fyrimun, uttan so at starvið er treytaleyst kynsbundið.
Føroya rættur sigur, at eingin ivi er um, at handilin ger mun á monnum og kvinnum.
Ein sterk kvinna hevði kunnað gjørt arbeiðið, sum handilin søkti eftir manni at gera, sigur rætturin.
Hetta er fyrsta málið av sínum slagi í ríkinum.