- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir nýggir ráðharrar

Jakob Ellemann Jensen verður nýggjur umhvørvis- og matvørumálaráðharri eftir Esben Lunde Larsen, sum hevur lagt frá sær sum ráðharri.
Hann verður kortini sitandi í fólkatinginum, tað sum er eftir av hesum valskeiðnum, men stillar ikki uppaftur.
Eva Kjær Hansen úr Vinstra verður nýggjur fiskimálaráðharri og ráðharri í norðurlendskum málum. Hon tekur við eftir Karen Ellemann, sum fer úr stjórnini, men ætlanin er, at Karen Ellemann skal verða nýggj forkvinna fyri fólkatingsmanningina hjá Vinstra.
Eva Kjær Hansen hevur verið ráðharri fyrr í hesum valskeiðnum, men hon noyddist at leggja frá sær eftir eitt stríð við konservativa flokkin um broytingar í búnaðarlógini.
Tommy Ahlers verður nýggjur útbúgvingar- og granskingarmálaráðharri eftir Søren Pind, sum gevst í politikki og í fólkatinginum.
Tommy Ahlers er íverkseti og nýggjur í politiskum høpi, men tá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, kunngjørdi nýggju ráðharrarnar fyrrapartin, upplýsti hann, at Tommy Ahlers fer at stilla upp fyri Vinstraflokkin á næsta fólkatingsvali.