Vilja hava frælst internet

Vilja hava frælst internet
Mótmælistiltak var í miðbýnum í Moskva í gjár, har 10.000 fólk - teirra millum andstøðuleiðaran, Aleksej Navalnyj, kravdu frælsi á internetinum
Fleiri túsund fólk savnaðust á gøtum í Moskva í mótmælisgongu. Fólkini krevja frælst internet.
Mynd: Tatyana Makeyeva / Reuters  
 
01.05.2018 - 08:36

Umleið 10-túsund fólk mótmæltu í Moskva, tí tey vilja hava frælsi á internetinum. Mótmælini vóru í fyrstu atløgu vend móti avgerðini hjá myndugleikunum um at stongja vælumtóktu appina til snarboð - Telegram. Tað skrivar AP.

Telegram hevur noktað trygdartænastuni, FSB, at fáa lykilin til bronglaðar upplýsingar. Fyri nøkrum vikum síðani avgjørdi ein dómstólur, at appin var í stríð við russiska lóggávu og tí skuldi stongjast.

Mótmælistiltakið í miðbýnum í Moskva í gjár savnaði 10.000 fólk. Teirra millum andstøðuleiðaran, Aleksej Navalnyj.

Undir mótmælistiltakinum vóru røddir frammi, sum kravdu, at Putin forseti skal leggja frá sær. Nøkur lýstu Putin sum ein tjóv, og onnur mæltu fólki til at bróta tøgnina.

Navalnyj heitti á mótmælisfólkini um at stríðast ímóti myndugleikunum, sum hann segði vera svikafullar og tjóvar.

Andsstøðan brúkar ofta Telegram-appina, tá mótmælistiltøk skulu skipast og til politiskar fráboðanir.

Telegram-appin er 9. best umtókta appin í heiminum.

Appin er eisini bannað í Iran. Tað er fyri at verja trygd og frið í tjóðini, segði iranska sjónvarpið í gjár, sambært BBC.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962