- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undirsjóvartunnilin fær íbúgvar til Nes kommunu
Undirsjóvartunnilin fær íbúgvar til Nes kommunu
Íbúgvaratalið í Nes Kommunu er methøgt, og er nú farið upp um 1300. Orsøkin er undirsjóvartunnilin, heldur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri
28.04.2018 - 16:17
Bernhard Johannessen bleiv borgari nr. 1300, sum bleiv skrásettur í Nes kommunu.
Bernhard er uppvaksin á Toftum, men hevur seinastu 5 árini arbeitt í Havn og búð á Argjum. Hann fer nú at arbeiða á Skálafjørðinum og er fluttur heimaftur at búgva.
Íbúgvaratalið í Nes Kommunu er methøgt.
Undirsjóvartunnilin er beinleiðis orsøkin til stóra áhugan at seta búgv í Nes kommun, heldur borgarstjórin, Jóhannus Danielsen.
- Vit síggja tað, at fólk, sum leggjast afturat í kommununi, eru fólk, sum ikki hava tilknýtið til kommununa. So tað er nokk høvuðsorsøkin: Útlitini til at tunnilin verður liðugur skjótt, sigur Jóhannus Danielsen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV