- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samstarv millum brennistøðirnar

Tórshavnar býráð hevur samtykt at arbeiða víðari við eini ætlan um samstarv millum IRF, sum eigur brennistøðina í Leirvík, og KOB, sum er brennistøðin hjá Tórshavnar Kommunu.
Ein partur av hesum samstarvinum er eisini at kanna møguleikan fyri at leggja báðar brennistøðirnar saman.
- Hetta er ein spurningur um skynsaman fíggjarpolitikk, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sambært heimasíðuni in.fo.
IRF og KOB hava longu ymisk samstarv. Hetta riggar væl, at tí vilja partarnir kanna møguleikarnar fyri at fáa samstarvið at fevna um enn fleiri viðurskifti, og enntá um at leggja báðar brennistøðirnar saman.
Áður hevur IRF tikið undir við eini slíkari ætlan, og nú hevur Tórshavnar Býráð so eisini samtykt at arbeiða víðari við tí, skrivar in.fo.