- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norður- og suðurkorea hittast
Søguligur dagur er á markinum millum Norðurkorea og Suðurkorea ídag.
Forsetin í Norðurkorea, Kim Jong-un, er komin til markið millum londini bæði, har forsetin í Suðurkorea, Moon Jae-in, tekur ímóti.
Hetta er fyrstuferð í 65 ár, at ein norðurkoranskur leiðari hittir ein suðurkoreanskan forseta, uttanfyri fyri Norðurkorea.
Toppfundurin millum Kim Jong-un og Moon Jae-in verður hildin í bygdini Panmunjom, sum liggur á markinum millum londini bæði. Tað var júst í hesari bygdini, at vápnahvíldin, ið endaði Korea-kríggið, varð undirskrivað í 1953.
Talan bleiv tó ongantíð um eina almenna vápnahvíld, og tí eru londini bæði formliga framvegis í kríggi.
Eygleiðarar rokna við, at Kim Jong-un og Moon Jae-in á fundinum ídag fara at tosa um varandi frið millum londini, og í hesum sambandi verður norðurkoreanska kjarnorku-ætlanin eisini umrødd.
Eftir fyrsta fundin fer norðurkoreanska sendinevndin yvir um aftur markið at eta frokost. Síðani skulu báðir leiðararnir planta eitt furutræ, sum skal ímynda frið og vælferð.
Eftir seinna samráðingarumfar verður ein felags yvirlýsing skrivast, áðrenn Kim Jong-un og Moon Jae-in fara at eta døgurða saman.