Wozniacki skal heiðrast

Wozniacki skal heiðrast
Mánadagin verður danska tennisstjørnan, Caroline Wozniacki, heiðra á Ráðhúsplássinum
 
25.04.2018 - 11:11

Eins og donsku EM-hetjurnar gjørdu tað í 1992, skal Caroline Wozniacki heiðrast á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.

Hetta verður mánadagin tann 30. apríl, tá Caroline Wozniacki fer at veitra av altanini á Ráðhúsinum í Keypmannahavn, boðar danska tennisssambandið frá á heimasíðuni tennis.dk.

Fyri umleið trimum mánaðum síðani vann Caroline Wozniacki grand slam kappingina, Australian Open, men hetta hevur ikki verið hátíðarhildið alment í Danmark - ikki fyrr enn mánadagin klokkan 12 danska tíð.

Mánakvøldið spælir Wozniacki sokallaðan vinardyst móti Venus Williams í Parkini. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209