- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðingar halda fram
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/359517_16_9_large_843.jpg?itok=Qs0de7Nc)
Samráðingarnar eru um nýggjan sáttmála til umleið 750.000 alment sett í Danmark, og staturin, kommunurnar og regiónir samráðast hvør í sínum lagi og onkuntíð saman við fakfeløgunum.
Í gjár vóru samráðingar millum statin og fakfeløgini, men tær endaðu, aftaná at partarnir høvdu fundast í fimm tímar.
Hetta bendir á, at stevið í samráðingnunum er sera tungt, og at vandi er fyri, at samráðingarnar fara at slitna, metti Casper Schrøder, korrespondentur í fíggjarmálum hjá DR í gjárkvøldið.
Samráðingarleiðarin Flemming Vinther og Sophie Løhde, innvatiónsráðharri, vóru í døpurhuga, tá tey komu úr fundarhølunumn í gjár, og søgdu, at tey hildu ikki, at nøkur orsøk var at halda fram við samráðingunum í gjárkvøldið.
Stóra ósemjan millum partarnar á statsliga økinum er matarsteðgurin. Løntakararnir vilja hava í sáttmálan, at staturin skal rinda fyri matarsteðgin.
Í dag siga tó fleiri samráðingarfólk hjá kommunum og regiónunum við DR, at teir vóna og vænta at kommunurnar og regiónirnar kunnu fá eina semju í lag, hóast hetta ikki eydnast millum statin og fakfeløgini.
Martin Ziegler, samráðingarleiðari hjá kommunalu arbeiðsgevarunum, vísur tó á, at hann heldur at ósemjurnar á statsliga økinum, kunnu gera tað truplari at fáa semju í lag millum kommunurnar, regiónirnar og fakfeløgini.
Semingsmaðurin hevur longt samráðingarnar tvær ferðir, og kann tískil ikki leingja tær einaferð aftrat. Tí skal ein semja finnast fyri 1. maj. Verður semja ikki áðrenn tað, er vandi fyri stórum verkfalli 6. maj. Verkbann kann setast í verk frá 12. mai.