Næstseinasti rættardagur

Næstseinasti rættardagur
Í dag er proceduran í rættarsakini móti Peter Madsen, sum er ákærdur fyri at hava dripið svenska journalistin Kim Wall
 
23.04.2018 - 10:39

Í dag er proceduran í rættarsakini móti Peter Madsen, sum er ákærdur fyri at hava dripið svenska journalistin Kim Wall umborð á kavbáti sínum, parterað líkið og koyrt tað í havið.

Rættarfundurin í dag er næstseinasti í málinum. 

Proceduran verður vanliga mett at vera sera týdningarmikil fyri, hvønn veg tað gongur

Ákærin fer at greiða nágreiniliga frá umstøðunum og leggja doyðin á, at Peter Madsen hevur havt fleiri ymiskar og skiftandi frágreiðingar um, hvat hendi 10. august, tá Kim Wall hvarv, skrivar dr.dk.

Verjin fer at leggja dent á, at ákærin skal prógva, at Peter Madsen hevur dripið Kim Wall, og at tað ikki er heilt greitt, hvørjum Kim Wall doyði av. 

Umframt at verjin og ákærin taka saman um, skulu tey eisini koma við einum boði upp á revsing.

Peter Madsen hevur rætt til seinasta orðið eins og í øllum revsimálum.

Dómur fellur væntandi mikudagin
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155