- Tíðindi, mentan og ítróttur
Swaziland eitur nú Kongsríkið eSwatini
Swaziland eitur nú Kongsríkið eSwatini
Seinasta kongliga einaveldið í Afrika, Swaziland, hevur skift navn.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/king_mswati.jpg?itok=xM56PXzn)
Mswati III hevur kunngjørt, at Swaziland nú skal eita eSwatini
20.04.2018 - 13:48
Í dag eru 50 ár liðin, síðani landið tók sjálvstýri frá Bretlandi, og í sambandi við hátíðarhald av degnum, kunngjørdi kongurin, sum eitur Mswati Triðji, at landið nú skal eita Kongsríkið eSwatini, sum er gamla landið, áðrenn bretsku kolonialiseringina.
Lítla landið liggur millum Suðurafrika og Mozambique.
Mswati varð krýndur í 1998, tá hann var 18 ára gamal. Hann stýrir sjálvur landinum við fyriskipanum. Politiskir flokkar sleppa ikki at virka, og tey, sum stilla upp til val, skulu vera trúføst móti Mswati kongi.
1,3 milliónir fólk búgva í Kongsríkinum eSwatini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV