Fleiri limalond í ES

Fleiri limalond í ES
Um ikki so langa tíð, fáa tvey lond afturat limaskap í Evropeiska Samveldinum. Tað hevur uttanríkisráðharrin hjá ES, Federica Mogherini, boðað frá.
 
18.04.2018 - 14:06

ES nevndin mælir til at fara undir ítøkiligar samráðingar við Albania og Makedonia.

Tilsamans sjey lond vilja gerast limir í ES, og sambært uttanríkisráðharranum, Federica Mogherini, er gongdin tann rætta vegin í øllum sjey londunum. Tað høvdu vit ikki roknað við fyri trimum árum síðani, sigur Mogherini.

Tað eru limalondini í ES, sum gera av, um fleiri lond skulu fáa limaskap í samveldinum.

Samráðingarnar við Serbia og Montenegro eru so smátt byrjaðar, og sambært ES gongur framá við teimum samráðingunum.

Tá talan er um Kosovo og Bosnia-Hersegovina, er støðan framvegis ógreið, og tey bæði londini eru ikki sloppin inn í hitan enn.

Samráðingarnar við Turkaland steðgaðu eftir kvettroyndina í 2016, og har eru í løtuni smá útlit fyri framgongd, sigur ráðharrin hjá ES, sum stendur fyri samráðingunum við londini sum vilja uppí, Johannes Hahn.

Hann sigur seg hava varhugan av, at Turkaland flytir seg burtur frá ES, serliga tá talan er um rættartrygd og grunleggjandi rættindi í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835