- Tíðindi, mentan og ítróttur
Erdogan lýsir val í Turkalandi
Í summar skal Turkaland broytast, og forsetin skal sjálvur hava útinnandi vald.
Turkiski forsetin, Recep Erdogan, hevur kunngjørt, at val skal verða í Turkalandi tann 24. juni, meira enn eitt ár, áðrenn ætlað.
Í sjónvarpsrøðu sigur turkiski forsetin, at "bráfeingis tørvur er at leggja landið um" til tað, sum hann kallar eitt "útinnandi forsetaveldi", skrivar The Guardian.
Tann, sum vinnur valið í summar, fer at fáa ómetaligt vald. Tí fólkaatkvøðan, sum var í Turkalandi í fjør, gav longu forsetanum nógv meira vald, tí valdið hjá parlamentinum bleiv skert so nógv.
- Hóast forsetin og stjórnin, sum nú er, arbeiða saman, so eru sjúkurnar í gomlu skipanini ein forðing fyri hvørt einasta stig, sum vit taka", segði Erdogan í røðuni, sum varð sjónvarpað beinleiðis.
- Gongdin í Sýria og aðrastaðni ger tað alneyðugt við nýggjari útinnandi skipan, so vit kunnu taka stig til landsins framtíð á sterkari hátt, sigur Erdigan í røðu síni.
Eitt miseydnað statskvett í Turkalandi í 2016 hevur havt við sær, at tíggjutúsundtals fólk eru koyrd úr sínum arbeiði og ella sett í fongsul innan dómsvald, embætisverk, herin, løgreglu, fjølmiðlar og universitet í Turkalandi.
Nú ætlanin er at fáa enn meira vald inn undir forsetan, tekur Turkaland eitt stig afturat burtur frá fólkaræðiligu parlamentarismuni, siga eygleiðarar.