- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kendrick Lamar vunnið Pulitzer-virðisløn
Rapparin Kendrick Lamar gav í apríl í 2017 fløguna DAMN! út. Nú verður hann heiðraður við virðismettu Pulitzer-virðislønini, sum árliga verður latin í sjey ymiskum mentanarbólkum, sum fevna um tónleik og bókmentir. Harafturat verða 14 virðislønir latnar í ymiskum journalistiskum bólkum.
Hetta er fyrstu ferð, at ein rappari fær tónleikavirðislønina. Serliga hava komponistar, klassiskir- og jazz-tónleikarar fingið virðislønina fyrr.
Í grundgevingini sigur nevndin, at Kendrick við fløguni DAMN! lýsir margfeldi í afroamerikanska lívinum. Tað skrivar DR.
The New York Times og The Washington Post vunnu virðislønina í journalist-bólkinum "National Reporting". Virðislønin varð latin hesum báðum miðlahúsum fyri arbeiði teirra við at granska, lýsa og fortelja um sambandi millum forsetaátakið hjá Donald Trump og russiskar embætismenn.
The New York Times saman við The New Yorker vunnu virðislønina í bólkinum "Public Service" í samband við, at miðlarnir kritiskt viðgjørdu og varpaðu ljós á seksuella ágangin í Hollywood. Sostatt byrjaðu hesir miðlarnir eisini MeToo-rákið, sum hevur verið serstakliga aktuelt tað síðsta árið. Eitt nú nevndi TIME MeToo-rákið og fólkini handan tað fyri "Person of the Year" í 2017.
Pulitzer-virðislønin verður av mongum roknað sum ein tann mest tignarliga mentanarvirðislønin, og varð hon latin fyrstu ferð í 1917.