- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevningating í harðskapsmálið útsett
Nevninatingið í Føroya rætti, har tveir menn eru skuldsettir fyri drápsroynd, sum eftir ætlan skuldi verða í næstu viku, er útsett til í juni.
Nevningating skal verða í sambandi hendingina 6. mai í fjør, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í Havn.
Ákæruvaldið fyrr í ár bað um nýggja mentalkanning av báðum monnunum, sum eru 21 og 23 ára gamlir, men bara onnur kanningin er liðug, sigur Linda Hesselberg, ákæri.
Rættarlæknaráðið væntar, at í hvussu er ein mánaði gongur, til kanningin er klár.
Linda Hesselberg sigur, at ymsar orsøkir eru til seinkingina, men hon vil ikki siga hvørjar.
Fundur var í rættinum í gjár um støðuna, og semja varð um, at málið kann ikki førast í rættinum uttan mentalkanningina.
Mentalkanningin hevur stóran týdning, tí m.a. skulu nevningarnir svara, um menninir eru fevndir av grein 16 í revsilógini, sum snýr seg um, um persónar eru egnaðir at verða revsaðir, ella um teir ikki vistu, hvat teir gjørdu, tá teir lupu á mannin.
Sambært grein 16 í revsilógini kunnu persónar, sum ikki vistu, hvat teir gjørdu, ikki dømast, men enda í forvaring.
Hetta er triðju ferð, at revsimálið er útsett.
Fyrstu ferð skuldi málið koma fyri í februar í ár, síðani varð tað flutt til at byrja mánadagin í næstu viku, og nú er tað flutt til í juni. Sostatt er málið meira enn eitt ára gamalt, tá tað kemur fyri í rættinum.
Linda Hesselberg harmast um støðuna, tí teir 12 persónarnir í nevningatinginum og 15 vitni er kallað inn í sambandi við málið.
Fyrsti fundur í nevningatinginum er nú settur til at verða 6. juni.