- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn ein forseti handtikin fyri mutur í Suðurkorea
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lee_myung_bak.jpg?itok=-5IMECoh)
Málini snúgva seg eitt nú um mutur, valdsmisnýtslu og skattaundandrátt. Rættarmálið kemur eftir ætlan fyri í næsta mánað.
76 ára gamli Lee er undir illgruna fyri at hava tikið í móti 11 milliardum won í mutri - tað eru 8,3 milliónir evrur, tá hann varð valdur til forseta í 2012.
Hann er undir illgruna fyri at hava koyrt pengar hjá fregnartænastuni í egnan lumma og fyri at hava tikið ímóti mutri frá í minsta lagi 5 persónum.
- Vit fara at kanna allan kriminella vinningin, sum Lee hevur fingið á ólógligan hátt, segði høvuðsákærin, Han Dong-Hoon.
Lee skal m.a. hava náað elektronikk-risan, Samsung, og grundleggjaran, Lee Kun-Hee, afturfyri at fáa mutur. Stjórin í Samsung hevði annars verið dømdur fyri skattaundandrátt.
Sonur Lee Kun-Hee, sum eisini er arvingur og varastjóri í Samsung, eitur Lee Jae-Yong. Hann varð dømdur hálvt-triðja ára fongsul fyri at hava givið Park Guen-Hye, mutur.
Park Guen Hye er eisini fyrrverandi forseti, og hon varð í síðstu viku dømd 24 ára fongsulsrevsing fyri valdsmisnýtslu, mutur og kúgan.
Lee Myung-Bak varð handtikin í mars. Hann noktar seg sekan, og hevur noktað at latið seg avhoyra. Hann sigur, at skuldsetingarnar eru politiskt motiveraðar.
Verður 76 ára gamli Lee dømdur sekur í meira enn einari ákæru, er møguleiki fyri, at hann skal sita í fongsli restina av ævi síni, skriva suðurkoreiskir fjølmiðlar, sambært YLE.
Allir fyrrverandi forsetanir í SuðurKorea, sum framvegis eru á lívi - teir eru 4 í tali, eru antin ákærdir ella dømdir fyri mutur.