- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ávara ímóti at linka upptøkukrøv á læraraskúla
Grønlendska vinnuhúsið ávarar ímóti at linka upptøkukrøvini til læraraútbúgvingina í Grønlandi.
- Vandi er fyri, at ov mong verða tikin inn á læraraútbúgvingina uttan vita, hvat krevst at fáa eina slíka útbúgving. Hetta er ikki leiðin at ganga, sigur formaðurin í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum, Brian Buus Pedersen, við Sermitsiaq.
Doris J. Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum, segði á einum valfundi herfyri, at tørvur verður á 300 lærarum um 10 ár, verður ikki okkurt gjørt.
Hon nevndi møguleikan fyri, at læraraskúlin skal ikki seta so strong upptøkukrøv fyri at fáa fleiri at søkja á skúlan.
Men eitt slíkt uppskot loysir ikki málið, sigur Brian Buus Pedersen.
- Tað er einki høpi í at lækka upptøkukravið og so vænta, at fleiri lærarar verða útbúnir. Dentur eigur heldur at verða lagdur á at geva teimum ungum á miðnámi betri førleikar, sigur hann við Sermitsiaq.
- Dygdin í læraraútbúgvingini skal vera góð, og tey, sum fara undir útbúgvingina, skulu hava førleika til tess, sigur stjórin í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum.