- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirgangsmenn handtiknir
Týska løgreglan hevur handtikið fýra menn, sum verða settir í samband við mannin, ið koyrdi inn í eina mannamúgvu á einum jólamarknaði í Berlin stutt fyri jól í 2016 og drap 12 fólk.
Tað skrivar týska dagblaðið Die Welt.
Ein av teimum handtiknu er undir illgruna fyri at hava lagt ætlan um at drepa rennarar og áskoðarar til hálvmaraton-renningina, sum var í Berlin í gjár.
Myndugleikarnir hava havt eyguni eftir teimum fýra handtiknu monnunum í longri tíð, og tí var í veruleikanum eingin vandi á ferð, skrivar Die Welt.
Blaðið skrivar, at ein íbúð í Berlin varð rannsakað í sambandi við handtøkurnar. Sama íbúð varð eisini rannsakað eftir yvirgangsatsóknina um jóltíðir í 2016.