- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Tað fer at kosta teimum dýrt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/28trumpbelgium-web2-facebookjumbo.jpg?itok=36hHbsAI)
Tað fer at kosta teimum dýrt, sum lupu á við eiturgassi í sýriska býnum Ghouta og drupu í minsta lagi 40 fólk. Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á Twitter.
- Nógv eru deyð í kemiskum álopi í Sýria, teirra millum kvinnur og børn. Sýriski herurin hevur kringsett og stongt økið, har álopið varð framt, og tí ber ikki til hjá øðrum at sleppa framat.
- Putin, forseti, Russland og Iran hava skyldina, og tey hava fingið stuðul frá búrkroppinum Assad. Tí fer tað at kosta teimum dýrt, skrivar Trump.
Hann krevur, at økið verður latið upp, so neyðhjálparfólk sleppa fram at teimum mongu, sum eru særd.
Álopið varð eftir øllum at døma framt leygarkvøldið. Sýriska stjórnin vísir aftur, at hon hevur nakað við álopið at gera. Í minsta lagi 40 fólk doyðu, og 500 eru særd.
Neyðhjálparfelagsskapir siga, at tey, sum doyðu, vórðu kvald, og fleiri hundrað fólk hava ilt við draga andan, ella hava onnur tekin um eiturevnaálop.
Á Twitter skrivaði amerikanski forsetin soleiðis á Twitter í gjár:
Many dead, including women and children, in mindless CHEMICAL attack in Syria. Area of atrocity is in lockdown and encircled by Syrian Army, making it completely inaccessible to outside world. President Putin, Russia and Iran are responsible for backing Animal Assad. Big price...
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) April 8, 2018
....to pay. Open area immediately for medical help and verification. Another humanitarian disaster for no reason whatsoever. SICK!
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) April 8, 2018