- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rakettálop í Sýria
Álopið kemur í kjalarvørrinum á evnafrøðiligum álopum móti einum býi, har uppreistrarfólk hava valdið.
Fleiri rakettir skulu hava rakt Tiyas flogvøllin, sum liggur nakað uttanfyri Homs.
Sýria segði tíðliga í morgun, at vesturlendskar herdeildir vóru við í álopinum, men USA hevur víst hesum aftur.
- Í hesi løtu skipa vit eingi álop í Sýria. Men vit fylgja neyvt við støðuni og stuðla diplomatiskum royndum at draga tey, sum brúka evnafrøðilig vápn í Sýria og aðrastaðni, til svars fyri sínar gerðir, skrivar Pentagon, sambært BBC.
Leggja Ísrael undir at hava skipað álopið
Russland og sýriska stjórnin leggja nú Ísrael undir at hava skipað álopið, skrivar BBC.
Flogvøllurin liggur nærindis býnum Homs, og 14 fólk lótu lív í álopinum. Ísrael, sum fyrr hevur framt álop á sýrisk mál, hevur ikki viðmerkt hendingina í morgun.
Álopið kemur í kjalarvørrinum á evnafrøðiligum álopum móti einum býi, har uppreistrarfólk hava valdið.
Almenna sýriska tíðindastovan, SANA, endurgevur hernaðarkeldu, sum sigur, at Ísrael framdi luftálopið í morgun, og at ísraelsk stríðsflogfør skutu rakettirnar, tá tey vóru í libanskum luftrúmi.