- Tíðindi, mentan og ítróttur
Læraratrot í Grønlandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/doris.jpg?itok=u_agI_qb)
Doris J. Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum, upplýsti á einum valfundi upp undir landstingsvalið 24. apríl, at tørvur verður á 300 lærarum í Grønlandi um tíggju ár.
Hon segði, at tørvurin verður so stórur, tí læraraskúlin í Grønlandi hevur hert upptøkukrøvini. Tað merkir, at færri fáa læraraútbúgving, skrivar Sermitsiaq.
Landsstýriskvinnan í undirvísingarmálum heldur, at tað eigur at verða umhugsað, um krøvini at sleppa á læraraskúla skulu linkast.
Doris J. Jensen sigur, at hóast krøvini verða linkað, eigur dygdin í útbúgvingini at verða óbroytt.
Hon sigur, at verður einki gjørt, verður tørvurin á útlendskari arbeiðsmegi størri.
Í løtuni eru 246 ósett størv í fólkaskúlanum. 79 ósett størv verða røkt av lærarum, sum arbeiða yvirtímar.
167 fólk, sum ikki hava læraraútbúgving, undirvísa í grønlendska fólkaskúlanum.
Læraraskúlin ætlar at kanna kunnleikastigið hjá hjá lærarum, sum ikki hava útbúgving, og hvussu nógvir verða mettir at hava førleika at fara á læraraskúla.