Illgruni um álop við eiturgassi í Sýria

Illgruni um álop við eiturgassi í Sýria
Í minsta lagi 70 fólk eru deyð í einum álopi í Sýria, sum verður hildið at vera eitt eiturgass-álop
Mynd: AP  
 
08.04.2018 - 12:14

Illgruni er um, at eiturgass er brúkt í einum álopi í sýriska býnum Douma í gjár, har 70 fólk eru deyð.

Tað skriva BBC, CNN og Al-Jazzera.

Felagsskapurin fyri sýrar í útlegd, SOHR, og fleiri hjálparfelagsskapir skuldseta sýrisku stjórnina fyri at hava brúkt eiturvápn í álopinum í Douma. 

Í minsta lagi 70 fólk eru deyð, sigur hjálparfelagsskapurin Hvítu hjálmarnir.  

Óheftar keldur hava ikki váttað talið av deyðum ella illgrunan um, at eiturgass er brúkt.

Douma er seinasti býurin í Eystur-Ghouta, sum uppreistrar-deildir enn hava valdið á. 

 

Sí upptøkur frá AP. 

4147978_1080i50ESSENCE

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155