- Tíðindi, mentan og ítróttur
Val í Grønlandi

Flokkarnir eru í gongd við at leggja sínar ætlanir fram.
Í gjár legði næststørsti flokkurin í Grønlandi, IA, sína valskrá fram. Flokkurin leggur upp til umfatandi broytingar. Tað skrivar Sermitsiaq.
IA skjýtir upp at lækka næmingatalið í hvørjum skúlaflokki úr 26 niður 18 næmingar.
Flokkurin sigur, at útbúgvingarskipanin má bøtast. Málið hjá IA er, at 80% av næmingunum úr fólkaskúlanum fáa sær eina útbúgving, og hetta málið skal vera rokkið í 2030.
Eisini vil flokkurin hava fleiri íbúðir. Í 2030 skulu 1.000 nýggjar íbúðir standa klárar.
Og so sigur flokkurin seg eisini vilja menna íverksetan í Grønlandi. M.a. skulu íverksetarar hava skattalætta í trý ár, sum kann vera við til at skapa nýggj arbejðspláss í Grønlandi.