- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kólnað á Toftum
Kólnað á Toftum
Politiið kannar nú tað, sum eftir er av plattavirkinum á Toftum, sum kolaðist upp týsnáttina

Náttina til týsdag kom eldur í plattavirkið á Toftum. Í gjár fyrrapart reyk framvegis nakað frá leivdunum, tí talan var um nógvan við.
28.03.2018 - 11:21
Í gjár var ov heitt hjá fólki at fara inn í virkið at gera kanningar.
Eldurin á Toftum varð fráboðaður klokkan stívliga hálvgum trý týsnáttina.
Hildur Hentze, kanningarleiðari, segði í gjár, at politiið veit ikki enn, hví eldurin kyknaði í plattavirkinum.
Men eingin illgruni er um, at eldurin er ásettur. 2.500 plattar vóru á virkinum, tá eldur kom í tað.
Síggj myndir og filmsbrot frá eldsbrunanum her: Plattavirkið brunnið í grund.
Les eisini: Plattavirkið oyðilagt
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV