- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strandferðslan darvað
Tað er nógvur vindur í dag og hetta ávirkar ein part av siglingini hjá Strandferðsluni.
Teistin siglir seinasta túrin úr Skopun kl.16:35 og av Gomlurætt kl.17:20 í dag tann 27. mars.
Heri Norðberg, ferðslusamskipari, segði við tíðindini fyrrapartin at eisini siglingin hjá Rituni er ávirkað. Ritan fer ikki á Fugloynna í dag vegna illveður.
Tað er sannlíkt, at Teistin aftur siglir eftir ferðaætlanini í morgin tann 28. mars, segði Heri Norðberg.
Smyril broytta ferðaætlan
Tillagingar eru eisini á leiðini hjá Smyrli.
Talan er um túrarnir kl. 8:30 og 16:00 úr Tórshavn og kl.11:00 og 18:30 av krambatanga, sum ikki verða sigldir í morgin tann 28. mars.
Hetta ávirkar eisini signlingina hjá Smyrli í kvøld. Túrurin í kvøld tann 27. mars kl.18:30 úr Tórshavn er fluttur til kl.21:15.