Pornostjørna ákærir Trump fyri hóttanir

Pornostjørna ákærir Trump fyri hóttanir
Pornostjørnan, Stormy Daniels, sigur, at hon blivin hótt at tiga við, at hon eina ferð hevði kynsligt samband við Donald Trump, sum í dag er forseti
 
26.03.2018 - 09:08

Í samrøðu við sjónvarpsstøðina CBS greiðir Stormy Daniels frá, at hon í 2006 hevði kynsligt samband við Donald Trump. 

Nøkur ár seinni - í 2011 - varð hon hótt av einum manni á einum parkeringsplássi í Las Vegas. Hetta var tá hon royndi at selja søguna um sambandið við Trump.

Í samrøðuni greiðir Stormy Daniels frá, at hon var á veg til eina venjingarmiðstøð við nýføddu dóttrini, tá ein fremmandur maður steðgaði henni. Maðurin bað hana lata Trump vera í friði og gloyma søguna. Síðani segði hann, at "hatta er ein vøkur lítil genta. Tað hevði verið synd, um okkurt hendi mammu hennara. Og so hvarv hann", greiðir Stormy Daniels frá í samrøðuni.

Samrøðan varð send í fullari longd í sendingini Sixty Minutes í nátt. Fleiri tíðindastovur høvdu tó frammanundan fingið útprent av samrøðuni.

Stormy Daniels gjørdi í 2016 eina avtalu við Trump um at tiga við sambandinum, sum tey høvdu. Men 6. mars í ár stevndi hon forsetanum, tí hann hevði ikki skrivað undir avtaluna. Hon bjóðaði sær eisini til at gjalda aftur teir 130.000 dollararnar, hon fekk í sambandi við avtaluna.

Stormy Daniels sigur, at hon bara eina ferð hevur havt kynsligt samband við Trump. Tey hildu kortini sambandið við hvørtannað og sóust fleiri ferðir seinni.

Í Hvítu Húsunum vísa tey aftur, at Trump hevur havt samband við Stormy Daniels, hóast advokaturin hjá Trump hevur viðgingið, at hann rindaði henni 130.000 dollarar áðrenn forsetavalið í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Morgunlestur hósdagur 6.februar 2025
186663
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155